top of page

Fyrst av øllum minni eg á at bera fram bønir og ákallanir, forbønir og takkargerðir fyri øllum menniskjum. 1.Tim. 2,1


Bøn fyri kristnum, sum verða forfylgd
Himmalski Faðir, Brøður og systrar okkara verða forfylgd, tí tey trúgva á teg. Hjálp øllum, sum líða, og hava mist síni kæru ella eru rikin frá húsi og heimi. Troysta tey, sum hava mist alt fyri tína skuld. Lat tey merkja, at tú ert teimum nær, gev teimum styrki, og hjálp okkum at gera okkurt fyri tey. Gævi, at øll tey, sum forfylgja teimum, mugu skilja, at tað tey gera er skeivt, og at tey mega læra teg at kenna. Amen. Bið eisini fyri yvirgangsfólkunum og fyri leiðarum teirr


Tora vit biðja um veking?
Hvør tekur ikki av hesum tilboði at fingið trúnna endurnýggjaða og at síggja nýggj í trúnni boyggja knæ fyri Jesusi? Nýggjur í trúnni, hugsaði eg mangan, at sjálvsagt tora vit at biðja um veking; men tað er 50 ár síðan! Í dag eri eg ikki so avgjørdur. Lutvíst merkir veking ein dómur, sagdur yvir okkara egna lív! Eg kom til livandi trúgv á Jesus í einari veking á studentaskúlanum fyrst í 1970-árunum. Fleiri okkara høvdu verið á KFS-legum og vórðu komnir til livandi trúgv á Jes


Bøn til dagin
Mánadag Faðir, takk, at vit eru frelst av tíni náði. Gev mær GLEÐI og TAKKSEMI. Hjálp mær at kenna grundarlagið undir kristnu trúnni, lívinum og tænastuni: Krossin, Orðið og sakramentini. Týsdag Faðir, takk, at vit eru frelst á sannleikanum í tínum heilaga orði og í tínum kæra Soni, Jesusi Kristi. Gev mær FRIÐ og SJÁLVSTAMARHALD. Hjálp mær til andaligan vøkstur: Umvend meg dagliga til Jesus, lat meg liva í syndanna fyrigeving og fyll meg við Heilaga Andanum. Mikudag Faðir, ta


Fimm bønir úr Bíbliuni
Bøn er tøkk og bøn er gleði. Men bøn er eisini samtala við Gud. 1. Náða meg, Harri Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla! Sálmur 86,1-5 2. Harrin er klettur mín


At finna sína egnu bøn í Bíbliuni
Káin fann sína. Dávid kongur somuleiðis. Jesus við. Bóðu sostatt til Guds. Mangar eru bønirnar í Bíbliuni bidnar bæði í sorg og í gleði. Bønirnar í Faðirvár, sum bæði eru einfaldar og djúpar í gleði og í sorg. Sorgin t.d. í Getsemane urtagarði, har Jesus inniliga biður Gud um at sleppa undan lagnuni langa fríggjadag. Bíbliunnar egna bønabók Eisini er í Bíbliunnar egnu bønabók, Sálmunum. Har eru mangir av Sálmunum orðaðir sum bønir til Guds. Bæði innilig harmaljóð til ein Gud,


Bønin er mín himmalstigi
Bønin er mín himmalstigi, lyftir meg frá hesi verð; Faðir, tá eg til tín biði, upp frá jørð mín andi fer, leitar til tín ljósa sal; vegin vísir orð títt væl. «Biðið, og tit skulu fáa!» Hetta orð títt styrki ber teimum, sum móti himli tráa troytt av hesi vándu verð. Harrans bøn, várt Faðirvár, grøða kann hvørt syndasár. Ei má heimsins sorg oss tyngja, faðir vár í himli býr; orð hans ugga kann og yngja hvørt Guds barn, sum á hann trýr. Hvør, sum himlavegin fann, halgan frið og


7 bønir
Her eru 7 bønir. Ein bøn til hvønn dag í vikuni. 1. Gud, vit takka tær fyri mikla kærleika tín til okkara. Vit játta fyri tær, at vit ofta vísa frá okkum kærleika tín ella halda, at vit eiga hann uppibornan. Vit biðja um, at kærleiki tín má sýna seg í verki gerandisdagin. Vit biðja um, at kirkja okkara man verða eitt stað bæði fyri ungum og eldri. Amen! 2. Gud, vit takka tær fyri ætlanir tínar um æviga heimið, ið skal hýsa okkum aftaná hetta lív. Vit játta fyri tær, at vit so


Bøn hevur alt at siga
Tað er í roynd og veru heilt framúrskarandi, at Gud hevur givið okkum bønarinnar møguleika. Tí tað er so týdningarmikið, ja heilt avgerandi, at menniskju biðja. Ferð eftir ferð verða vit í Bíbliuni mint á at vera áhaldandi í bønini. Tí Gud hoyrir bøn, og hann leggur uppí, tá fólk biðja. Tað ger hann í teimum stóru heimshendingunum, og tað ger hann í teimum smáu gerandishendingunum. Bøn hevur alt at siga, tað boðar Bíblian greitt frá, tú kemur ikki uttan um bønina, um Guds rík


Morgun- og kvøldbønir til hvønn dag í vikuni
Morgunbøn sunnudag Harra vár Gud, ævigi faðir og skapari. Lovaður veri tú fyri alt skapanarverk títt, fyri ljósið, tú skapaði á tí fyrsta degi til at lýsa á øllum leiðum okkara.Harra Jesus Kristus, Guds sonur, okkara einasti frelsari. Lovaður veri tú, sum við deyða tínum hevur veitt bót fyri allar syndir okkara og við uppreisn tíni hin heilaga páskadag hevur veitt lív og gleði um allar ævir.Harra Gud heilagi andi. Lovaður veri tú, sum á tí heilaga hvítusunnudegi gavst lærusve


Biður tú sum Bíblian?
Biðja vit á sama hátt sum tey fyrstu kristnu og ápostlarnir? Hevur tú nakrantíð hugsað um bønarlív títt meir og meir líkist teirra, Bíblian umboðar? Spurningurin kom óvart á meg og gjørdi meg bilsnan í mong ár. Eg vaks upp innan kirkjuna og lærdi meg bønir úr sálmabókini at biðja uttanat. Bønin er ein týdningarmikil vani. Bøn verður nevnd hundraðvís ferðir í Nýggja Testamenti, og Bíblian sigur okkum, at bøn er ein ómissandi partur av okkara lívi, ið vilja fylgja Jesusi eftir.


Gud veit, hvat tær tørvar, áðrenn tú biður
– Faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. (Matt 6,8) Vit liva í eini tíð við framúrskarandi møguleikum at samskifta um alnótina. Vit kunnu senda myndir og tekst til vinir og kenningar um allan knøttin, og tað tekur bert nøkur fá sekund – og næstan hvønn dag koma nýggir møguleikar á marknaðin. Men einki kann sammetast við samskiftið, Gud býður okkum gjøgnum bønina. Longu áðrenn vit biðja, veit Gud, hvat okkum tørvar. Hann skilur okkum betri enn nakar an


Bíbliuørindi um bøn
Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! (1. Krýn. 16:11) Harrin er nær hjá øllum, ið á hann kalla, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum. (Sálm. 145:18) Men eg, eg rópi til Guð, Harrin vil veita mær bjarging. (Sálm. 55:17) Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. Tí at hvør tann, ið biður, hann fær, og tann, ið leitar, hann finnur, og tí, ið bankar uppá, skal verða latið upp
bottom of page