top of page

Gud veit, hvat tær tørvar, áðrenn tú biður

for 3 dage siden
1 min læsning



– Faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. (Matt 6,8)


Vit liva í eini tíð við framúrskarandi møguleikum at samskifta um alnótina. Vit kunnu senda myndir og tekst til vinir og kenningar um allan knøttin, og tað tekur bert nøkur fá sekund – og næstan hvønn dag koma nýggir møguleikar á marknaðin.


Men einki kann sammetast við samskiftið, Gud býður okkum gjøgnum bønina.


Longu áðrenn vit biðja, veit Gud, hvat okkum tørvar. Hann skilur okkum betri enn nakar annar og kennir framtíð okkara.


Og hvør annar hevur vald til at geva okkum tað, vit biðja um, uttan Gud, hin alvaldi?


Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur,

– hóast hondin var lítil og veik –

tá til alveldis Gud tú teim vendir,

aldri neyðstadda barn sítt hann sveik.


Svar hans ávegis er, einglar bera tær boð,

um tað drálar, tað fram tó skal ná.

Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud:

»Heit á meg, og tú bjarging skalt fá.«


Tínum barni og vininum kæra,

sum tú baðst fyri ár eftir ár –

lat bert ótol og mistreysti fara.

Ein dag sendir tær svar harri vár.


Tú fekst mátt, tá tú helt saman hendur

og í navni hans bað tína bøn.

Og tann dag, hann tær ferðaboð sendir,

tú skalt sanna, at stór var tín løn.


Trygve Bjerkrheim/Chr. Høj


Hoyr sangin her...



bottom of page