top of page


Hann helt fast um Nýggja Testamentið
UKRAINA: Tá ið ein hermaður á hermótinum varð funnin deyður við Nýggja Testamenti í hondini, setti tað eina óvæntaða rørslu í gongd millum vápnabrøðurnar. Faðir Ivan er herprestur í eini álopseind hjá umkrainska herinum.. Søguna sigur Yurii Petrenko, sum starvast í Ukrainska Bíbliufelagnum. Fyrstu ferð hann hitti faðir Ivan, var undir undirvísing av herprestum á Taras Sjevtsjenko-universitetinum í Kyiv. Yurii vitjar javnan slíkar bólkar. Har leggur hann fram bíbliur og kristn


Nógv fólk til móttøku í Bispagarðinum
Almenn móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, var í Bispagarðinum 16. septembur k. 15.00 - 16.00. Uppmøtingin var sera góð. Úr bygd og úr bý komu fólk at heilsa nýggja aðalskrivaranum. Formaðurin í Bíbliufelagnum, Bergur Debes Joensen, bjóðaði vælkomin til móttøkuna og helt hesa røðu. Les røðuna her... Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, aðalskrivari helt eisini røðu. Les røðuna her... So vóru øll boðin til ábit og


Skógvaeskjurnar í 2026
Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur til børn kring heimin. Eins og undanfarin ár, so samstarva vit í Føroyum við Christmas Child í Onglandi, og haðani hava vit fingið at vita, at eskjurnar í ár verða senda til Ukraina. Vón okkara er, at føroyingar í ár eins og undanfarin ár taka væl undir við hesum arbeiði. Seinasti dagur at savna eskjur inn er 25. oktober 2026 Gevið gætur, at eingin sápa skal í eskjurnar – hvørki flótandi ella sápustykki. Ansið


Bøn fyri kristnum, sum verða forfylgd
Himmalski Faðir, Brøður og systrar okkara verða forfylgd, tí tey trúgva á teg. Hjálp øllum, sum líða, og hava mist síni kæru ella eru rikin frá húsi og heimi. Troysta tey, sum hava mist alt fyri tína skuld. Lat tey merkja, at tú ert teimum nær, gev teimum styrki, og hjálp okkum at gera okkurt fyri tey. Gævi, at øll tey, sum forfylgja teimum, mugu skilja, at tað tey gera er skeivt, og at tey mega læra teg at kenna. Amen. Bið eisini fyri yvirgangsfólkunum og fyri leiðarum teirr


Bíblian hjá mammu
Tá ið eg fór úr skúlanum, legði mamma sína egnu Bíbliu niður í kuffertið hjá mær. Á fremsta blaði hevði hon skrivað: ”Les hvønn morgun og hvørt kvøld eitt stykki í hesi bók, mítt góða barn, og mátti Gud lagt sína signing hartil.” Árið eftir doyði hon. 25 ár seinni var eg einaferð á ferð og fór inn á eitt gistingarhús, sum lá við eina lítla tokstøð. Har vóru mong ferðafólk, og eftir nátturðan kom ein ferðamaður, sum hevði verið darvaður av onkrum, og bað um innivist. Teir víst


Tora vit biðja um veking?
Hvør tekur ikki av hesum tilboði at fingið trúnna endurnýggjaða og at síggja nýggj í trúnni boyggja knæ fyri Jesusi? Nýggjur í trúnni, hugsaði eg mangan, at sjálvsagt tora vit at biðja um veking; men tað er 50 ár síðan! Í dag eri eg ikki so avgjørdur. Lutvíst merkir veking ein dómur, sagdur yvir okkara egna lív! Eg kom til livandi trúgv á Jesus í einari veking á studentaskúlanum fyrst í 1970-árunum. Fleiri okkara høvdu verið á KFS-legum og vórðu komnir til livandi trúgv á Jes


Vekingarlongsil
Tær stóru vekingarnar komu ofta í einum tíðarbili, har avgjørt eingi tekin vóru um, at tær skuldu koma. Í løtuni hoyra vit um vekingar ymsastaðni í heiminum. Tær eru ikki ósvitaliga stórar, viðfevnandi vekingar, men tó týdningarmiklar: Eg var í vár á eini, Michael W. Smith, konsert í Århus. Hann hevur skipað fyri fleiri konserferðum. Hann ætlaði sær at royna tað aftur. Hann segði frá mongum áhugaverdum, honum hevði viðurfarist og eisini um stórar og smáar vekingar. Á kristna


Sigur gjøgnum krossin
“Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins” (Op 12,11). Tað er ógjørligt at lesa Nýggja Testamenti uttan at verða hugtikin av teirri gleði og teirri sannføring, tey fyrstu kristnu hava. Um onkur heldur at kristna kirkjan kann tykjast keðilig og stirvin á okkara døgum, so var hon ikki eyðkend av taparalyndi fyrsta kristna kirkjan. Sigur, vøkstur og fagnaður var orðalagið hjá fyrstu eftirfylgjarum Jesu – og tað hóast mótburð. Henda sigur tengdu tey til krossin. Eingin, su


Orð til umhugsanar um syndarinnar harradømi og at vinna á syndini
At vinna á syndarinnar harradømi, er, tað, Gud kallar okkum at liva. “ (Róm 6,14) “Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok!” (Gal 5,1) Galatarbrævið váttar frælsið, sum hin trúgvandi eigur í Kristusi og eggjar okkum at vera fastir og stinnir og ikki fáa okkum aftur undir nýtt trælaok. Hetta orðið frá Skriftini styrkir sannleikan um, at vit við Kristusi eru fræls frá syndarinnar harðræði til at liva eit


Bøn til dagin
Mánadag Faðir, takk, at vit eru frelst av tíni náði. Gev mær GLEÐI og TAKKSEMI. Hjálp mær at kenna grundarlagið undir kristnu trúnni, lívinum og tænastuni: Krossin, Orðið og sakramentini. Týsdag Faðir, takk, at vit eru frelst á sannleikanum í tínum heilaga orði og í tínum kæra Soni, Jesusi Kristi. Gev mær FRIÐ og SJÁLVSTAMARHALD. Hjálp mær til andaligan vøkstur: Umvend meg dagliga til Jesus, lat meg liva í syndanna fyrigeving og fyll meg við Heilaga Andanum. Mikudag Faðir, ta


Fimm bønir úr Bíbliuni
Bøn er tøkk og bøn er gleði. Men bøn er eisini samtala við Gud. 1. Náða meg, Harri Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla! Sálmur 86,1-5 2. Harrin er klettur mín


At finna sína egnu bøn í Bíbliuni
Káin fann sína. Dávid kongur somuleiðis. Jesus við. Bóðu sostatt til Guds. Mangar eru bønirnar í Bíbliuni bidnar bæði í sorg og í gleði. Bønirnar í Faðirvár, sum bæði eru einfaldar og djúpar í gleði og í sorg. Sorgin t.d. í Getsemane urtagarði, har Jesus inniliga biður Gud um at sleppa undan lagnuni langa fríggjadag. Bíbliunnar egna bønabók Eisini er í Bíbliunnar egnu bønabók, Sálmunum. Har eru mangir av Sálmunum orðaðir sum bønir til Guds. Bæði innilig harmaljóð til ein Gud,


Bønin er mín himmalstigi
Bønin er mín himmalstigi, lyftir meg frá hesi verð; Faðir, tá eg til tín biði, upp frá jørð mín andi fer, leitar til tín ljósa sal; vegin vísir orð títt væl. «Biðið, og tit skulu fáa!» Hetta orð títt styrki ber teimum, sum móti himli tráa troytt av hesi vándu verð. Harrans bøn, várt Faðirvár, grøða kann hvørt syndasár. Ei má heimsins sorg oss tyngja, faðir vár í himli býr; orð hans ugga kann og yngja hvørt Guds barn, sum á hann trýr. Hvør, sum himlavegin fann, halgan frið og


7 bønir
Her eru 7 bønir. Ein bøn til hvønn dag í vikuni. 1. Gud, vit takka tær fyri mikla kærleika tín til okkara. Vit játta fyri tær, at vit ofta vísa frá okkum kærleika tín ella halda, at vit eiga hann uppibornan. Vit biðja um, at kærleiki tín má sýna seg í verki gerandisdagin. Vit biðja um, at kirkja okkara man verða eitt stað bæði fyri ungum og eldri. Amen! 2. Gud, vit takka tær fyri ætlanir tínar um æviga heimið, ið skal hýsa okkum aftaná hetta lív. Vit játta fyri tær, at vit so


Bøn hevur alt at siga
Tað er í roynd og veru heilt framúrskarandi, at Gud hevur givið okkum bønarinnar møguleika. Tí tað er so týdningarmikið, ja heilt avgerandi, at menniskju biðja. Ferð eftir ferð verða vit í Bíbliuni mint á at vera áhaldandi í bønini. Tí Gud hoyrir bøn, og hann leggur uppí, tá fólk biðja. Tað ger hann í teimum stóru heimshendingunum, og tað ger hann í teimum smáu gerandishendingunum. Bøn hevur alt at siga, tað boðar Bíblian greitt frá, tú kemur ikki uttan um bønina, um Guds rík


Morgun- og kvøldbønir til hvønn dag í vikuni
Morgunbøn sunnudag Harra vár Gud, ævigi faðir og skapari. Lovaður veri tú fyri alt skapanarverk títt, fyri ljósið, tú skapaði á tí fyrsta degi til at lýsa á øllum leiðum okkara.Harra Jesus Kristus, Guds sonur, okkara einasti frelsari. Lovaður veri tú, sum við deyða tínum hevur veitt bót fyri allar syndir okkara og við uppreisn tíni hin heilaga páskadag hevur veitt lív og gleði um allar ævir.Harra Gud heilagi andi. Lovaður veri tú, sum á tí heilaga hvítusunnudegi gavst lærusve


Lis heldur fram í Norðstreymi
Á felags kirkjuráðsfundi 17. september innstillaðu kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi Lis Samuelsen til virkandi sóknarprest. Lýst hevur verið eftir virkandi sóknarpresti fyri mánaðirnar oktober-desember 2026. Lis hevur røkt embætið við støði í Vestmanna síðani 1. september 2025, er kend í økinum og er nú kallað at halda fram.Tvær umsóknir vóru til embætið.


Sál mín tystir eftir Gudi
Gud mín, eftir tær sál mín tystir – sál mín ei víkur frá tær. Sálmur 63,2 og 9. Sál mín – tað eri eg sjálvur, tað innasta í mær, sum ger, at eg eri eg. Sál mín, mítt hjarta er mítt aðalmerki, tað í mær, sum leingist eftir nøkrum, sum eg ikki nái. Eg eri eitt menniskja, ikki eitt dýr; tí dugi eg at skina á illum og góðum, og tí haldi eg saman hendur og líti meg í hansara hendur, sum er størri enn eg. Summi hugsa als ikki um sál sína; tey royna at billa sær inn, at alt tos um s
Lýsingar & kunngerðir
Stórmøtir við Tjarnir
Kirkjuliga Heimamissiónin hevur stórmøtir í høllini við Tjarnir í Havn 23-25 oktobur 2026.
Christmas Child
Seinasti dagur at savna eskjur inn er 25. oktober 2026. Les meira
OpenDoors í Vesturkirkjuni
Veri øll hjartaliga vælkomin til spennandi og viðkomandi fyrilestur í Vesturkirkjuni leygardagin 26. sep. kl. 19.. Tað verður tulkað.
Tín lýsing her
bottom of page

