top of page



Hann helt fast um Nýggja Testamentið
UKRAINA: Tá ið ein hermaður á hermótinum varð funnin deyður við Nýggja Testamenti í hondini, setti tað eina óvæntaða rørslu í gongd millum vápnabrøðurnar. Faðir Ivan er herprestur í eini álopseind hjá umkrainska herinum.. Søguna sigur Yurii Petrenko, sum starvast í Ukrainska Bíbliufelagnum. Fyrstu ferð hann hitti faðir Ivan, var undir undirvísing av herprestum á Taras Sjevtsjenko-universitetinum í Kyiv. Yurii vitjar javnan slíkar bólkar. Har leggur hann fram bíbliur og kristn


Nógv fólk til móttøku í Bispagarðinum
Almenn móttøka fyri nýggja aðalskrivaranum hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, var í Bispagarðinum 16. septembur k. 15.00 - 16.00. Uppmøtingin var sera góð. Úr bygd og úr bý komu fólk at heilsa nýggja aðalskrivaranum. Formaðurin í Bíbliufelagnum, Bergur Debes Joensen, bjóðaði vælkomin til móttøkuna og helt hesa røðu. Les røðuna her... Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, aðalskrivari helt eisini røðu. Les røðuna her... So vóru øll boðin til ábit og


Skógvaeskjurnar í 2026
Í mong ár hava føroyingar verið sera raskir at sent skógvaeskjur til børn kring heimin. Eins og undanfarin ár, so samstarva vit í Føroyum við Christmas Child í Onglandi, og haðani hava vit fingið at vita, at eskjurnar í ár verða senda til Ukraina. Vón okkara er, at føroyingar í ár eins og undanfarin ár taka væl undir við hesum arbeiði. Seinasti dagur at savna eskjur inn er 25. oktober 2026 Gevið gætur, at eingin sápa skal í eskjurnar – hvørki flótandi ella sápustykki. Ansið


Lis heldur fram í Norðstreymi
Á felags kirkjuráðsfundi 17. september innstillaðu kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi Lis Samuelsen til virkandi sóknarprest. Lýst hevur verið eftir virkandi sóknarpresti fyri mánaðirnar oktober-desember 2026. Lis hevur røkt embætið við støði í Vestmanna síðani 1. september 2025, er kend í økinum og er nú kallað at halda fram.Tvær umsóknir vóru til embætið.


– Nú vil eg lata meg doypa
Lakshmi Karmakar hevði mist alla vón um at sleppa av við ræðuliga magapínu, sum hon hevði stríðst við í mong ár. Ongin lækni kundi hjálpa henni. Men so møtti hon Elsinu, sum bað til Jesus fyri henni. Lakshmi býr í einum neyðarsligum húsi við moldgólvi og blikktaki í bygdini Veladangi í Bangladesh. Tá hon brádliga gjørdist álvarsliga sjúk, byrjaði ein vónleys leitan eftir hjálp. – Magin var harður sum ein steinur, og pínan var støðug, greiðir hon frá. Eg gekk frá lækna til læk


Nógvir muslimar venda um
Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av muslimum tikið við kristnari trúgv. Frásagnir úr øllum heiminum peika á, at ein máttmikil andalig veking er í gongd í nógvum muslimskum londum. Men júst hvussu nógvir muslimar taka við kristnari trúgv hvørt ár? Svarið kann koma óvart á mong. Eitt óvæntað tal: 6 milliónir um árið – bara í Afrika Ein av teimum mest endurtiknu útsagnunum kemur frá einum kendum muslimskum leiðara, Sheikh Ahmad Al Qataani. Í einari sjónvarpssamrøðu á Al-Jaze


Ein týsdagur í Nesvík
Tað er týsmorgun og klokkan er júst farin av níggju. Fleiri er longu komnir og standa og práta í salinum meðan fleiri leggjast afturat. Vit eru í Leguhúsinum í Nesvík ein týsmorgun og nú fara vit, týsdagstoymið, at fáa okkum ein góðan morgunmat, sum húsavørðurin hevur riggað til. Í morgun eru vit 15, sum sessast við borðið. Onkuntíð eru vit fleiri og onkuntíð færri. Í morgun er einki konufólk at síggja, men tað kemur meir enn so fyri, at fleiri kvinnur eisini eru týsdagar. Og


Ungur drongur svam í fleiri tímar og bjargaði familjuni. “Gud hjálpti mær.”
Ein ungur drongur hevur greitt frá, hvussu hann heldur, at Gud helt hondina undir honum í fleiri tímar, meðan hann svam fyri at bjarga familjuni, sum var stødd í neyð út fyri strondina í Vestur-Australia. Familjan hevði leigað kajakkir á hotellinum, har tey búðu. Hesin hugnaligi túrurin hjá Applebee familjuni gjørdist ein óhugnalig hending, tá ið sterkur frálandsvindur førdi tey til havs. Støðan gjørdist hættislig og mamman visti eingi onnur ráð, enn at heita á 13 ára gamla s


Bíbliufelagið við nýggjari týðing av Nýggja Testamenti eftir Hans J. Joensen
Krists himmalsferðardag er ein serligur dagur í kirkjuárinum og hjá Føroyska Bíbliufelagnum, tí eftir fleiri ára arbeiði, kemur nú Nýggja Testamenti út í nýggjari, spennandi og vakrari útgávu. Nýggja Testamenti kemur út nú, áðrenn øll Bíblian í nýggjari týðing kemur á marknaðin. Seinasta týðingin hjá Bíbliufelagnum úr frummálinum var í 1937. Krists himmalsferðardag skipar Bíbliufelagið fyri gudstænastu í Vesturkirkjuni, har bispur, sum eisini er forseti í Føroyska Bíbliufelag


Skótahjálpin latið 100.000 krónur til Venesuela
Skótahjálpin í Føroyum hevur latið 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Venesuela í sambandi við ógvisligu jarðskjálvtarnar, ið raktu landið herfyri. Peningurin er latin úr grunninum hjá Skótahjálpini til brádliga íkomnar neyðstøður, og peningurin er latin venesuelsku skótarørsluni, sum tekur aktivan lut í tilbúgvingini í sambandi við jarðskjálvtarnar. Skótahjálpin gjørdi av at lata peningin umvegis felagsskapin World Scout Foundation, ið hevur samskipað innsavning til ti


Hundraðtals fólk vendu sær til Kristus, tá ið Franklin Graham náddi „heimsins enda” við gleðiboðskapinum
Fyri fáum døgum síðani prædikaði Franklin Graham, sonur kenda prædikumannin, Billy Graham, gleðiboðskapin í syðsta býi í heiminum, og hundraðtals menniskju tóku við trúgv á Jesus Kristus sum sín Frelsara. Tiltakið “Esperanza Ushuaia” varð hildið á José “Cochocho” Vargas Stadium í Ushuaia. Henda staðseting verður rópt “býurin við heimsins enda”, tí hann liggur umleið 650 fjórðingar frá Antarktis. Býurin er kendur fyri at hava hægstu sjálvmorð í Argentina, og tí var høvuðsevnið
bottom of page