top of page



Bíblian hjá mammu
Tá ið eg fór úr skúlanum, legði mamma sína egnu Bíbliu niður í kuffertið hjá mær. Á fremsta blaði hevði hon skrivað: ”Les hvønn morgun og hvørt kvøld eitt stykki í hesi bók, mítt góða barn, og mátti Gud lagt sína signing hartil.” Árið eftir doyði hon. 25 ár seinni var eg einaferð á ferð og fór inn á eitt gistingarhús, sum lá við eina lítla tokstøð. Har vóru mong ferðafólk, og eftir nátturðan kom ein ferðamaður, sum hevði verið darvaður av onkrum, og bað um innivist. Teir víst


Vekingarlongsil
Tær stóru vekingarnar komu ofta í einum tíðarbili, har avgjørt eingi tekin vóru um, at tær skuldu koma. Í løtuni hoyra vit um vekingar ymsastaðni í heiminum. Tær eru ikki ósvitaliga stórar, viðfevnandi vekingar, men tó týdningarmiklar: Eg var í vár á eini, Michael W. Smith, konsert í Århus. Hann hevur skipað fyri fleiri konserferðum. Hann ætlaði sær at royna tað aftur. Hann segði frá mongum áhugaverdum, honum hevði viðurfarist og eisini um stórar og smáar vekingar. Á kristna


Sigur gjøgnum krossin
“Og teir hava vunnið á honum vegna blóð lambsins” (Op 12,11). Tað er ógjørligt at lesa Nýggja Testamenti uttan at verða hugtikin av teirri gleði og teirri sannføring, tey fyrstu kristnu hava. Um onkur heldur at kristna kirkjan kann tykjast keðilig og stirvin á okkara døgum, so var hon ikki eyðkend av taparalyndi fyrsta kristna kirkjan. Sigur, vøkstur og fagnaður var orðalagið hjá fyrstu eftirfylgjarum Jesu – og tað hóast mótburð. Henda sigur tengdu tey til krossin. Eingin, su


Orð til umhugsanar um syndarinnar harradømi og at vinna á syndini
At vinna á syndarinnar harradømi, er, tað, Gud kallar okkum at liva. “ (Róm 6,14) “Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok!” (Gal 5,1) Galatarbrævið váttar frælsið, sum hin trúgvandi eigur í Kristusi og eggjar okkum at vera fastir og stinnir og ikki fáa okkum aftur undir nýtt trælaok. Hetta orðið frá Skriftini styrkir sannleikan um, at vit við Kristusi eru fræls frá syndarinnar harðræði til at liva eit


Sál mín tystir eftir Gudi
Gud mín, eftir tær sál mín tystir – sál mín ei víkur frá tær. Sálmur 63,2 og 9. Sál mín – tað eri eg sjálvur, tað innasta í mær, sum ger, at eg eri eg. Sál mín, mítt hjarta er mítt aðalmerki, tað í mær, sum leingist eftir nøkrum, sum eg ikki nái. Eg eri eitt menniskja, ikki eitt dýr; tí dugi eg at skina á illum og góðum, og tí haldi eg saman hendur og líti meg í hansara hendur, sum er størri enn eg. Summi hugsa als ikki um sál sína; tey royna at billa sær inn, at alt tos um s


Fult og heilt álit á Gudi
Havi fult álit á Gudi, tí eg trúgvi á hann. Eg trúgvi, at hann sendi son sín, Jesus at doyggja fyri meg, ja, øllum heiminum. Eg trúgvi, at hann er góður og hevur tær allarbestu ætlanir og endamál við lívi mínum. Hann kendi meg, tá ið eg varð skaptur í móðurlívi. Hann hevur ætlað mær ein bústað í sínum ríki. Í honum eri eg tryggur. Hetta er tann Gud, eg líti á. Øll hava atgongd at koma til hansara, ja øllum, ið ákalla hann. Hetta var Guds ætlan av fyrstan tíð, og hana hevur h


Tíggju Kristus-profeti í Gamla Testamenti
Hóast Jesus ikki var føddur fyrr enn umleið ár 0, varð hann lovaður og profeteraður longu í Gamla Testamenti. Her eru 10 profeti um Jesus í Gamla Testamenti. 1. Jesus ríður inn í Jerusalem á einum asna GT: Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir; Sí, kongur tín til tín kemur, rættvísur er hann og sigursælur, lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola. (Sakarja 9,9) NT: Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom


7 sannleikar um vón til hin vónleysa
Í Bíbliuni finnur tú nógv gott, sum vert er at verða mintur á. Vit, sum trúgva á Jesus, hava nógv at gleðast um. Men tó er tað ikki altíð, at vit gera tað. Onkuntíð kennist alt myrkt og vónleyst. Tá mugu vit minnast nakrar grundleggjandi sannleikar, sum standa í Bíbliuni. Har finna vit nógv, sum kann geva okkum vón. 1. Tú ert eitt Guds barn Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara. (Jóh. 1,12) Vi


Yndisvers mítt er: Filippibrævið 4,6
Har stendur skrivað: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk.” Eg verði ofta stúrin. Eg stúri fyri øllum. Hetta versið hjálpir mær, tí eg veit, at Gud vil hjálpa mær við tí, sum eg stúri fyri. Tá ið eg búði í Ghana, fór eg gjøgnum eina svára tíð, tí eg misti mín stóra beiggja. Hann var trummuspælari í kirkjuni, og hann doyði brádliga, meðan hann spældi trummur, mitt í tænastuni. Vit fluttu hann á sjúk


Jesus Kristus – Gud og menniskja
“Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” spurdi Jesus einaferð lærusveinar sínar. Matt. 16,13ff. Á svari lærusveinanna síggja vit, at fólk ivaðust stórliga, og ikki er batnað til henda dag. Jesus er eisini nú á døgum flestum menniskjum ein gáta. Í samrøðuni við lærusveinarnar skeyt Jesus seg tá undir ta sannkenning, sum teir høvdu fingið, ikki frá “holdi ella blóði,” men frá faðirinum á himni. Og Pætur játtaði: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.” Í hesi játtan liggur í r


Fimm ódnir í Bíbliuni – og hvat tær læra okkum um trúgv og vón
Í Bíbliuni eru ódnir, ella ódnarveður, ofta ein máttmikil mynd av ruðuleika, ótta og Guds kraft. Men mitt í ruðuleikanum finna vit søgur um vón, frelsu og ein Gud, sum altíð er nær. Her eru fimm av teimum kendastu ódnunum í Bíbliuni og hvat tær hava at siga okkum. 1. Nóa ørk – Ódnarveðrið eftir vatnflóðina Gud sendir ódnarveður sum revsing fyri óndskap menniskjans, men bjargar Nóa og familju hansara í ørkini. Mitt í dóminum er eitt lyfti um endurreisn – ælabogin verður ímyndi


16 bíbliuvers um Guds kærleika
Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Gud, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. Men Gud, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við, eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! – og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi. Ef. 2,4-6 Eins og faðirin hevur elskað meg


Kristus hevur sigrað
Reiðmaðurin á hvíta hestinum í Opinberingini 19,11–21 er uttan iva sjálvur Jesus. Navn hansara er “Guds orð” (v. 13), júst sum Jesus verður lýstur í Jóhannes 1,1; “herliðini á himni fylgdu honum (v. 14); og hann stýrir við jarnstong (v. 15), sum fyriboðað er um Guds Son í Sálmi 2,9. Munurin er stórur millum tann Jesus, sum vit síggja her, og tann Jesus, sum vit lesa um í evangeliunum. Í evangeliunum er Jesus fyri tað mesta ein vanligur maður. Hann sigur og ger mangan nakað óv


Friðarheilsan
Friður veri við tykkum! Jóh. 20,19. Við hesi heilsan hitti Harrin lærusveinar sínar páskakvøld. Hetta var tann vanliga heilsanin, men hann fylti hana við nýggjum innihaldi. Veruleikin, at hann hevði sigrað á deyðanum og var risin upp búði undir heilsanini. Harrin hevði vunnið á øllum tí, sum órógvar menniskjans frið. Hann bar fram meira enn eitt ynski. Hann gav teimum eina signing. Alt hetta, sum umringaði teir – mótstøða og fíggindskapur menniskjans – hevði eisini verið Harr


Jesus er hjá mær
Undir eini vanlukku í einum kolanámi í Onglandi vórðu fleiri arbeiðsmenn grivnir livandi. Eftir stórt stríð í fleiri dagar, hoyrdi ein bjargingarmaður eitthvørt ljóð úr náminum. „Er nakar har?“ rópti ein av bjargingarmonnunum. „Ja,“ svaraði ein veik rødd. „Ert tú illa skaddur?“ „Ja, føturnir eru knústir.“ „Ert tú einsamallur?“ „Nei, Jesus er hjá mær. Eg lærdi at kenna Jesus her niðri gjøgnum ein sang, sum mamma mín lærdi meg. Hann fer at vera hjá mær, til sál mín fer inn í tæ


Mítt góða er at vera Gudi nær
Sálmaskaldið og levitturin Ásaf er nevndur sum høvundur til 12 av teimum 150 sálmunum í Gamla Testamenti. Umframt Dávid er hann tann, ið skrivað hevur flestar sálmar. Tað var eisini hann, sum leiddi tónleikin í halgidóminum á døgum Dávids kong. Hann var ættarfaðir at stórari ætt við góðum sangarum, og av teimum vóru 128, sum komu aftur úr útlegdini í Bábel. Tað kendasta bíbliuversið, sum Ásaf hevur skrivað, er kanska tað, sum onkuntíð verður rópt neyðnummarið til himmalin – o


10 bíbliuvers um væntan
“Longlig væntan ger hjartað sjúkt,” stendur skrivað í Orðtøkunum. Les 10 bíbliuvers um at vænta alt gott frá Gudi. 1. Vóna tað, vit ikki síggja Tí at í vónini eru vit vorðin frelst; men ein vón, ið sæst, er ikki vón, tí at hvør vónar tað, sum hann sær? Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, tá bíða vit eftir tí við tolmóði.Róm 8,24-25. 2. Gleði í væntan Oyðimørkin og hitt turra landið skulu gleðast, reynið skal fegnast og blóma eins og lilja. Ja, blóma fagurliga og fegnast vi


Sum tín dagur er, skal tín styrki vera
Ein ung kvinna hevði verið seingjaliggjandi í mong ár. Ein dagin kom ein vinkona at vitja hana, og hin sjúka kærdi sína neyð fyri henni. Hon orkaði ikki at hugsa um framtíðina, ið tóktist alt annað enn ljós. Vinkonan spurdi, um byrðan nú í løtuni var ov tung, um tað var pínan beint nú, sum hon ikki kundi bera. Hin sjúka segði, at so var ikki. Til henda dag hevði hon fingið kraft úr erva, men tað var teim komandi døgunum, hon stúrdi fyri. ”Men, góða,” segði vinkonan við einum


Fann lívið har hann minst væntaði tað
Guds orð kann møta menniskjum á teimum sjáldsamastu støðunum. Muslimurin úr Kirgisistan var langt niðri, tá ið hann fann nakrar síður úr evangeliinum eftir Markus. Hann var á einum almennum vesi, tá ið tað hendi. Nøkur bløð, sum lógu á gólvinum, fangaðu forvitni hansara. Hann tók tey og byrjaði at lesa. Seinni fann hann útav, at hetta vóru nakrar síður úr eini Bíbliu. Maðurin tók bløðini við heim. Orðini raktu hann beint í hjartað, men gjørdu hann eisini ørkymlaðan. Hann vild


ADVENTUS – KOMA
Páskir og hvítusunna vóru upprunaliga jødiskar hátíðir. Men júst á hesum hátíðum hendu tær stóru kristnu hendingarnar – deyði og uppreisn Kristusar, og at Heilagi Andin kom. Bæði jødar og kristin halda páskir og hvítusunnu, men við ymiskum innihaldi. Sambært søgufrøðingum byrjaðu tey kristnu at halda jól í fyrru helvt av 300-talinum, meðan advent fyrst varð skipað í seinnu helvt av 400-talinum. Í hesum tíðarskeiði var Noreg, sum kunnugt, eitt heiðið samfelag, og vit praktiser


Hin stóri hvíti skarin
„Síðani sá eg – og sí: ein stórur skari, sum eingin kundi telja, av øllum fólkasløgum og ættum og fólkum og tungumálum. Tey stóðu fyri hásætinum og fyri Lambinum, í longum hvítum kyrtlum, og við pálmagreinum í hondum sínum. Og tey róptu við harðari rødd og søgdu: Frelsan hoyrir okkara Gudi til, honum, sum situr á hásætinum, og Lambinum.“ (Opb 7,9–10) Tað er neyvan nakar hugburður um himmalin, sum er okkum kærari og kendari enn hesin. Kanska ger vakra myndin av hinum stóra, hv


Vitnisburður: Gud góðtekur meg…
Johnny Cohen gekk í ortodoksun jødiskum skúla í Suðurafrika. Hann lýsir seg sjálvan sum ein gudleysan ungan mann – ja, beinleiðis ein villfarnan ungan mann. Hann trúði, at Gud var til, men hvussu kundi hann fáa samband við hann? Kundu ikki bæði muslimar, buddhistar og katolikkar fáa samband við Gud, hvør á sín hátt? Johnny endaði við at gerast relativistur. Øll kundu trúgva tí, sum var satt fyri tey sjálvi. Hann fór inn í reklamuvinnuna, sum hann seinni hevur sagt, økir um ky


Í somu løtu gól hanin
Pætur hevði tvey val, tá ið hanin gól, og hann mintist Jesu orð. Annaðhvørt at halda fram sum áður – ella at geva skarvin yvir. Avnoktaði Jesus Ein leikari í sorgarleikinum á páskum var ein hani. Hann fekk serligan týdning fyri Símun Pætur. Tað var tíðliga á morgni. Men Pætur var vakin. Hann hevði ikki sovið, síðani hann var í Getsemane. Hann stóð og vermdi seg við eitt bál. Og … júst tá noktaði hann, at hann kendi Jesus. Ja, hann bannaði upp á tað. Tá gól hanin. Í somu løtu,


Greið mær frá um himmalin
Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri. Fil. 1,23. Norðmaðurin Arne Helseth-Dyrseth var ein av útgevarunum av norska blaðnum “Evangelisten” til sín deyða í 1988. Arne var ein kendur og væl dámdur prædikumaður. Á sínum ferðum kring landið gisti hann aloftast í heimum hjá missiónsfólkunum. Í einum av húskinum har hann búði, var ein ungur drongur. Hann var eitt sindur tilafturskomin, ko
bottom of page