

Zoom-fundur
á netinum
Eingin net-fundur er ásettur.
Vitja aftur seinni.
Vælkomin at senda okkum bønarevni niðast á síðuni.
Fá teldupost hvørja ferð vit skipa fyri net-fundi. Trýst her...
Hvat er Zoom og hvussu kann eg vera við?
Zoom er staðið, har vit hittast á netinum umvegis videoforritið (programmið) Zoom og stuðla hvør øðrum í trúnni á hin livandi Gud. Vit biðja saman, lesa, undirvísa og tala saman um Guds heilaga orð: Bíbliuna.
Tú kanst luttaka á teldu, fartelefon og teldil, við at trýsta á leinkjuna:
==> https://us05web.zoom.us/j/2985977770?pwd=UVhhbmZKTzl2NHdxbjZOdXhrTnFDUT09
Onkuntíð kann Zoom forritið spyrja eftir Meeting ID og Passcode.
-
298 597 7770 (Meeting ID)
-
92u5Pb (Meeting Passcode)
Tú mást vátta, at forritið kann brúka mikrofonina hjá tær til ljóð og myndatólið til mynd. Kann sløkkjast seinni.
Best er at nýta oyrnatelefon (headset) - ikki krav..
Zoom-fundurin er opin umleið 10 minuttir áðrenn byrjað verður, so tú hevur tíð at koma inn, fáa skil á tí tøkniliga og hugna tær við práti saman við øðrum. Vælkomin!
Uttanfyri ásettu tíðir, ber ikki til at koma inn í "Trúgv.fo" rúmið á Zoom forritinum.
Fundirnir verða hildnir við einum sokallaðum Zoom-forritið, og tú kanst luttaka við snildfon, teldli ella teldu.
Tak niður Zoom forritið her (Apple, iPhone/iPad) og her (Android, Google Play).
Forritið er ókeypis, og tú hevur ikki tørv á at stovna ein brúkara fyri at kunna luttaka.
(Tó er tað lættari um tú stovnar teg sum brúkara, so sleppur tú undan øllum "roksinum" hvørja ferð).
Fyri at vera við skal man skráseta seg einaferð við einum navni, sum kann vera rætta navnið. Dulnavn verður IKKI góðtikið.
Vit hava ein bólk á Facebook: Vælkomin í bólkin
Fá Teldupost hvørja ferð vit skipa fyri onkrum tiltaki. Trýst her...
Vit ynskja, at tey sum virkin taka lut á Zoom og á Facebook vísa góðan atburð. Er ein ósamdur, er tað í lagi, men tað er ikki í lagi at úttala seg niðrandi ella negativt um tann ella tey, ein er ósamdur við.
Ofta Spurdir Spurningar
Hvat er Netfundur á Zoom? Netfundur á Zoom er staðið, har vit hittast umvegis videoforritið Zoom og stuðla hvør øðrum í trúnni á hin livandi Gud. Vit biðja saman og granska Guds heilaga orð: Bíbliuna. Tað verður møguleiki fyri samtalu, og tú kanst taka lut í samtaluni, um tú ynskir.
Hvør kann luttaka? Øll, sum hava hug at lesa í Bíbliuni saman við okkum, kunnu vera við í Netfundinum á Zoom. Tað er ókeypis at taka lut. Vit góðkenna ikki dulnøvn á net-fundum.
Nær eru fundirnir? Hetta verður kunngjørt her á heimasíðuni og á Facebook.
Hvussu kann eg luttaka? Fundirnir eru umvegis forritið Zoom, og tú kanst taka lut við snildfon, teldli ella teldu. Forritið er púra ókeypis, og tú nýtist ikki ein gong at stovna ein brúkara fyri at taka lut (tó er tað lættari við einum brúkara, um tú vilt vera við javnan). Tú tekur heilt einfalt lut á fundinum við at brúka leinkjuna: https://us05web.zoom.us/j/2985977770?pwd=UVhhbmZKTzl2NHdxbjZOdXhrTnFDUT09 (Tó kanst tú bara taka lut, tá Zoom-fundurin er opin.) Tá tú trýstir á leinkjuna, fer ein síða at lata upp, sum spyr, um tú vilt lata Zoom upp. Tú trýstir á opna, og forritið letur upp og lovar tær inn sum luttakari. Eftir hetta skalt tú vátta, at forritið kann brúka mikrofonina til ljóð og myndatólið (kamera) til mynd. Til ber at sløkkja mikrofonina og myndatólið.
Hvussu geri eg fyrstu ferð? Brúkar tú snildfon ella ein teldil, skalt tú heinta appina Zoom (eitt blátt video-ikon) í App Store (iOS) eller Google Play Store (Android). Eftir hetta ert tú til reiðar. Um tú brúkar eina teldu, fert tú fyrstu ferð, tú tekur lut, at heinta og installera eitt lítið forrit á telduna. Fylg leinkjuni og leiðbeiningunum til uppsetan, so ert tú til reiðar. Tú kanst annaðhvørt gera hetta fyrstu ferð, tú trýstir á fundarleinkjuna, ella tú kanst gera tað frammanundan við at heinta forritið her.
Skal myndatólið verða tendrað? Nei, tað er ikki at krav. Tað ere upp til ein og hvønn. Øll eru vælkomin, eisini tey, sum bara vilja lurta, við ella uttan mynd, men dulnøvn verða ikki góðtikin. Brúka títt kristna navn.
Stuðla trúgv.fo:
Alt arbeiðið við Trúgv.fo verður gjørt av sjálvbodnum, sum brenna fyri at breiða bíbliunar boðskap til fólk okkara um landið.
At gera eina heimasíðu og viðlíkahalda hana, er ikki ókeypis.
Tú kanst stuðla, við at lata nakrar krónur á konto: 9865-451.085.7. Minst til at viðmerkja: Stuðul.
Takk fyri forbøn og stuðul.
Send bønarynski ella bønarevni og vit biðja - eisini á komandi netfundi á Zoom, uttan
at nevna navn/nøvn. Alt er í trúnaði. Skriva í teigarnar niðanfyri og trýst SEND.