Bøn fyri kristnum, sum verða forfylgd

Himmalski Faðir,
Brøður og systrar okkara verða forfylgd, tí tey trúgva á teg. Hjálp øllum, sum líða, og hava mist síni kæru ella eru rikin frá húsi og heimi. Troysta tey, sum hava mist alt fyri tína skuld.
Lat tey merkja, at tú ert teimum nær, gev teimum styrki, og hjálp okkum at gera okkurt fyri tey. Gævi, at øll tey, sum forfylgja teimum, mugu skilja, at tað tey gera er skeivt, og at tey mega læra teg at kenna. Amen.
Bið eisini fyri yvirgangsfólkunum og fyri leiðarum teirra, at tey gjøgnum tekin og gjøgnum menniskju mega møta Guds kærleika, sum kann bloyta hjørtu teirra og leiða til Jesus Kristus.
Ella...
Bøn um frið
Gud, tú, sum ert faðir at øllum, og sum við Kristi hevur gjørt øll til eitt! Hoyr í náði bøn okkara og tak burtur alla krígshóttan.
Leið tú tey, sum stýra, við ráði tínum. Harta tú harðræði hjá øllum tjóðum, so at blóðig illstøða má steðga, og friðurin verða varðveittur.
Hell út anda tín yvir tjóðirnar, gev teimum nýtt hjarta og góðan brøðraskap sínámillum og leið tær saman í hollan felagsskap.
Lat ta stund koma, tá ið øll tey, sum fremja fíggindskap móti tær og skapningi tínum, eru lagd sum fótskammul fyri føtur tínar.
Við Jesusi Kristi, Harra okkara! Amen.
Ella...
Góði Gud og Faðir.
Tú sum letur børn tíni hava lut í líðingum Krists. Gev øllum, sum líða og verða forfylgd fyri Guds ríkis sakir, lut í tolmóði og kærleika Krists, og ger tey til sonn og trúføst vitni um uppreisn og dýrd hansara.
Lat tey finna gleði í vissu um felagsskapin við hann í offri hansara fyri heimin, og gev teimum fast álít, at nøvn teirra eru skrivað í lívsins bók.
Gev teimum megi at bera kross Krists til tað síðsta og náði til ongantíð at avnokta hann, sum livir og ræður við tær og Heilaga Andanum í allar ævir. Amen.
