top of page

Jesus er hjá mær

for 4 dage siden
1 min læsning

Undir eini vanlukku í einum kolanámi í Onglandi vórðu fleiri arbeiðsmenn grivnir livandi. Eftir stórt stríð í fleiri dagar, hoyrdi ein bjargingarmaður eitthvørt ljóð úr náminum.


„Er nakar har?“ rópti ein av bjargingarmonnunum.

„Ja,“ svaraði ein veik rødd.

„Ert tú illa skaddur?“

„Ja, føturnir eru knústir.“

„Ert tú einsamallur?“

„Nei, Jesus er hjá mær. Eg lærdi at kenna Jesus her niðri gjøgnum ein sang, sum mamma mín lærdi meg. Hann fer at vera hjá mær, til sál mín fer inn í tær ævigu bústaðirnar.“


Síðani sang hann eitt ørindi úr „Klettur, klovin fyri mær“. Dagin eftir funnu teir hann. Hendurnar vóru lagdar saman, og andlitið bar boð um ein djúpan, stillan frið. 


Hann var bjargaður inn í eitt betri stað. Fríðarríkið hitta æviga.


1. Klettur, klovin fyri mær,

lat meg fáa lívd hjá tær!

Lat tað vatn og blóð, sum fleyt

hjarta frá, tá dagur treyt,

tváa rein øll misbrot vár,

syndasekt og syndasár!


2. Um vit royndu allan mátt,

um vit grótu dag og nátt,

øll vár iðran, bøn og bót,

øll vár sorg í hjartarót,

ei tað bøtir misbrot vár,

bótin er bert tíni sár.


3. Armur, eymur eri eg,

krossur tín má fjálga meg;

nakin, tú mást klæða meg;

sekur, tú mást náða meg;

deyðadálkaður av synd,

reinsa meg í lívsins lind!


4. Tá mær tørvar mest á fold,

tá eg fari undir mold,

tá ei meir mítt hjarta slær,

tá mín dómur kemur nær,

klettur, klovin fyri mær

lat meg fáa lívd hjá tær!


Aug. M. Toplady 1775. J. Dahl 1931.



bottom of page