Bíbliuvers um forfylging

Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir. 2. Tim. 3,12
Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. Matt. 5,10
Tess vegna líkar mær væl í veikleika, í yvirgangsverkum, í neyð, í atsóknum, í trongdum fyri Krists skuld; tí at tá ið eg eri veikur, tá eri eg sterkur. 2. Kor. 12,10
Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum. Jóh. 15,18
Sælir eru tit, tá ið menn hata tykkum, og tá ið teir koyra tykkum út og háða tykkum og vanvirða navn tykkara sum eitt, ið ilt er, fyri menniskjusonarins skuld. Luk. 6,22
Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð? Róm. 8,35
Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. Matt. 5,11
Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum. Matt. 5,44
Jesus segði: «Sanniliga sigi eg tykkum: Tann er eingin, sum er farin frá húsi ella brøðrum ella systrum ella móður ella faðir ella børnum ella jørðum fyri mína skuld og gleðiboðskaparins skuld, uttan at hann skal fáa tað hundraðfalt aftur, nú í hesi tíð bæði hús og brøður og systrar og møður og børn og jarðir, ásamt atsóknum, og í hinum komandi heimi ævigt lív. Markus 10,29-30
Í tíni hond eru forløg míni! Bjarga mær úr hondum fígginda mína, frá teimum, ið mær vilja ann! Sálmur 31,16
Vælsignið teir, sum søkja at tykkum, vælsignið, og bannið ikki! Róm. 12,14
Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. 1. Pæt. 5,8
Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Sálmur 23,4
Og eg fell til jarðar og hoyrdi eina rødd, sum segði við meg: «Saul, Saul, hví søkir tú at mær?» Áps. 22,7
